Tórshavnar kommuna: Nú kunnu vitjandi í svimjuhøllini gleða seg til, at 5-metur vippan aftur verður tikin í nýtslu. Vippan, sum hevur verið avlæst í nærum eitt ár, letur upp aftur komandi vár.
Eysturlon skal gera arbeiðið, sum snýr seg um at skifta alla timburkonstruktiónina og gera nýggjar trappur.
Myndirnar eru tiknar í gjár, tá sáttmálin varð undirskrivaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo