Skúlaverkætlanin við Skúlanum á Fløtum er nú komin so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir jørðarbeiðið. Fyrsti parturin umfatar avgrevstur, sum skal geva betri yvirlit av víðari arbeiði við spronging, grovplanering o.s.fr.
Lægsta tilboðið uppá hendan fyrsta partin av arbeiðnum átti P/F Articon. Kostnaðurin er líka undir 1,3 miljónir. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í farnu viku.
Tórshavnar kommuna og P/F Articon hava nú skrivað undir sáttmála um avgrevsturin.
Tað er Samtakið Eind, ið projekterar skúlar.
Nærri kann lesast um verkætlanina her:
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1416
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo