Starvsfelagið: Samráðingarnar hava annars gingið væl og siðiliga fyri seg. Nógvir fundir hava verið, har fleiri viðurskifti, ið betra um sáttmálaviðurskiftini hjá limum okkara, eru komin upp á pláss.
Men tá ið kravið um lønarhækkingar skuldi viðgerðast, steðgaði alt upp. Og eftir ynski frá arbeiðsgevararunum varð Semingsstovurin boðsendur í dag.
Partarnir hava verið opnir fyri broytingum, men tá ið lønarkarmurin skuldi avtalast, bar einki til.
Starvsfelagið undrast á, at arbeiðsgavararnir kasta frá sær nú, tí tá avtornaði var tað sera lítið, sum skilti partarnar. Men vilji var ikki til at finna nakra semju.
Hvat arbeiðsgevararnir ætla at fáa burturúr hesum er ikki gott at vita. Men greitt er, at teir hava ikki viljað latið løntakarunum eina lønarhækking, sum Starvsfelagið kann liva við.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá okkum sáttmálapørtum er at semjast. Seinastu árini er tað tó blivið alt meira vanligt, at Semingsstovnurin er komin upp í leikin. Vit hava illgruna um, at ætlanin hjá almennu arbeiðsgevararunum alla tíðina hevur verið at fara til Semingsstovnin, og í dag ivast vit stórliga í, um vit nakrantíð veruliga hava samráðst um lønarspurningin.
Við ynskinum um at fara til Semingsstovnin hava almennu arbeiðsgevararnir enn einaferð tveitt ábyrgdina frá sær. Tað ger, at vit seta eitt stórt spurnartekin við, um arbeiðsgevararnir yvirhøvur eru førir fyri ella búnir til at taka avgerðir um, hvussu lønarlagið skal verða í okkara samfelag – í frælsum samráðingum.
Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum við KAF og FMR vóru uppsagdir til 1. oktobur. Galdandi sáttmálar eru í gildi, meðan samráðst verður og til partarnir hava vrakað eitt møguligt semingsuppskot ella semingsstovnurin hevur kastað frá sær.
Nú liggur so alt í hondunum á Semingsstovninum, og tað merkir, at tað eru ikki sáttmálapartarnir, sum hava ræði á støðuni longur.
Súni Selfoss,
formaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo