Samráðingarnar ímillum skandinaviska flogfelagið SAS og flogskipararnar í verkfalli nærkast einum enda, í øllum førum sambært samráðingarleiðaranum hjá SAS, Marianne Hernæs. Hon segði við fjølmiðlarnar áðrenn fundurin byrjaði í morgun, at nú má røkka ella støkka.
Partarnir sótu saman alt vikuskiftið, men fóru hvør til sítt í gjár uttan at nøkur endalig loysn var komin á borðið.
-Hetta er ein sera álvarslig støða, og vit nærkast tí løtuni har eg í øllum førum má staðfesta, at vit koma ikki víðari.
Eisini formaðurin hjá donsku SAS flogskiparunum, Henrik Thyregod, segði, at nú nærkast einum enda, og Martin Lindgren, formaður hjá svensku flogskiparunum, segði, at samráðingarnar eru komnar í síðstu fasu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo