Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Fáar vikur eftir at eitt British Airways flogfar endaði í skeivum býi hevur SAS gjørt teimum kunstin eftir. Tó - hesaferð var tað við vilja, hóast ferðafólkini onki høvdu fingið at vita áðrenn.

Her er søgan:

Flogfarið hjá SAS skuldi um middagsleitið í gjár úr Keypmannahavn til Firenze. Eftir at tað var seinkað í umleið ein tíma fór tað kortini loksins á veingirnar og var í luftini nøkurlunda ta ásettu tíðina. Men tá tað hevði sett seg, segði flogskiparin við ferðafólkini, at tey vóru ikki í Firenze men í Bologna. Hagani vórðu tey koyrd í bussi til rætta stað, ein koyritúrur uppá ein góðan tíma, skrivar svenski miðilin Expressen.

Pressutalsfólkið hjá SAS hevur greitt frá, at tað sum hendi var at flogskipararnir, ímeðan bíðað varð eftir at sleppa á flog uppdagaðu, at navigatiónsskipanin í flogfarinum ikki var programmerað til at flúgva til Firenze. Tí máttu teir antin velja ímillum at koyra øll ferðafólkini, sum longu høvdu bíðað í ein tíma, í land aftur og umborð á eitt annað flogfar. Ella eisini flúgva til eina aðra floghavn nærhendis, sum flogfarið kendi aftur.

Teir valdu seinnu loysnina.

- Vit harmast stórliga, men trygdina mugu vit taka framum alt annað, so tí gjørdu vit soleiðis, ljóðar tað frá pressutalsfólkinum hjá SAS.

Tilburðurin hjá SAS hendir nakrar vikur eftir, at eitt flogfar hjá British Airways, sum skuldi úr London til Düsseldorf endaði í Edinburgh.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo