Skandinaviska flogfelagið SAS fer ikki at flúgva til Føroyar næstu tríggjar mánaðirnar.
Orsøkin er, at eftirspurningurin eftir flogferðum ímillum Føroya og Danmark er nógv minkaður.
Byrjað verður tó eftir ætlan at flúgva aftur síðst í mars ella fyrst í apríl.
Eisini Atlantic Airways hevur minkað um talið á fráferðum hesa næstu tíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo