Flogfarið var á veg úr Arlanda til Miami, tá tað yvir Suðurgrønlandi rakti so ógvusligan turbolens, at flogskiparin valdi at venda og flúgva til Keypmannahavn, har øll tey 254 ferðafólkini hava fingið kamar á gistingarhúsið, ímeðan flogfarið verður kannað, skrivar Aftonbladet.
Eitt av ferðafólkunum sigur, at tað kendist sum at flogfarið bæði ristist og datt.
- Eg havi ongantíð verið so bangin í lívinum, sigur viðkomandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo