Eitt SAS-flogfar úr Oslo til Malaga mátti trygdarlenda í gjár seinnapartin av eini mús.
– Nú var eg so býttisligur at eg keypti ein pluss-ferðaseðil. Og so var tað ein dama undir liðini á mær sum lat tann vakra matpakkan upp, sum vit fingu. Og úr matpakkanum sprakk ein mús. Og tað var nú sera áhugavert, sigur eitt av ferðafólkunum við NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo