Skandinaviska flogfelagið SAS fer helst at fáa eitt søguliga vánaligt úrslit í ár. Samlaða ferðafólkatalið var bara 21% av tí sum tað vanliga er síðsta mánaða, og fyri árið er minkingin 58%.
Roknskaparárið endar í oktober, og tí hava greinarar gjørt sínar metingar nú. Onkur teirra væntar, at undirskotið hjá SAS síðsta roknskaparár verður ímillum 5,8 og 6,5 milliardir. Og tað er nógv tað ringasta í søguni hjá felagnum.
Og sum um tað ikki var nokk, so verður heldur ikki roknað við stórt frægari úrsliti næsta ár, tí støðan viðvíkjandi korona ger, at lítið og onki verður ferðast fyribils.
SAS hevur nýliga fingið hjálp uppá 8,6 milliardir krónur, og henda hjálpin ger, at felagið klárar seg í øllum førum teir næstu 18 mánaðirnar, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo