FF Blaðið/Maigun Solmunde: Saranja er 19 ára gomul og hevur í eina tíð siglt sum dekkari við línuskipinum Polarstjørnuni hjá JFK í Klaksvík og við línuskipinum Eivindi, heimahoyrandi í Sandavági.
Saranja er uppvaksin í Hoyvík og hevur gingið í skúlanum við Løgmannabreyt. Eftir loknan fólkaskúla, arbeiddi hon á Bakkafrost í tvey ár, og tað var har, at hon fekk hug at royna okkurt heilt annað enn tey vanligu starvsøkini á landi - hon fór til skips.
Saranja kendi seg beinanvegin væl umborð, hóast fyrstu vikurnar vóru ikki fríar fyri sjóverk, og hon varð væl móttikin av sínum starvsfeløgum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo