SMS: Leygardagin 8. februar kl. 14 verður Sarah Mahfoud, heimsmeistari, at hitta á Torginum í SMS.
Sarah Mahfoud vann heitið sum heimsmeistari í fjaðurvekt í boksing 1. februar í ár. Sarah er hálvur føroyingur, og fleiri kenna hana eisini frá Vild med dans, tá hon dansaði seg til 1. pláss.
Leygardagin verður so møguleiki at hitta Sarah, tá fer at skriva autografar og at taka mynd saman við fjepparum á Torginum í SMS.
Eisini verður møguleiki at síggja serliga beltið hon vann, tá hon ognaði sær heitið sum heimsmeistari í fjaðurvekt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo