Hálvi føroyingurin Sarah Mahfoud ætlar at gerast heimsmeistari í nevaleiki í sínum flokki, og nú er greitt, at hon skal hitta argentinsku Brendu Karen Carabajal í Frederiksberg Hallerne 1. februar.
30 ára gamla Sarah Mahfoud, sum er hálvur vestmenningur, er higartil ósigrað í "fjøðurvekt" flokkinum, og mótstøðukvinnan er sonevndur IBF-heimsmeistari í flokkinum.
- Hetta er ein ótrúlig og óverulig kensla. Hetta er tað, sum eg havi arbeitt so hart fram ímóti, nú skal dreymurin livast, sigur nevaleikarin av føroyskari ætt. Hon er frammanundan danskur og norðurlendskur meistari, og megnar hon at vinna HM beltið, so er hon fyrsti danski boksari yvirhøvur sum er komin so langt.
Til ber at fylgja við á facebooksíðuni hjá Danish Fight Night
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo