Vinnur nevaleikarin Sarah Vígdisdóttir Mahfoud næsta dystin, so kann hon kalla seg heimsmeistari. Tað stóð greitt tá hon í síðsta mánaða vann á suðurafrikansku Burkiwe Nonina í Danish Figh Night kappingini.
Sarah er 29 ára gomul, hon er búsitandi í Danmark, men mamman, Vígdis, er úr Vestmanna.
Við B.T. sigur Sarah, at venjarin, Mogens Palle, hevur lovað henni, at hon skal blíva heimsmeistari áðrenn hon fyllir 30 ár.
- Eg fylli í september, so hetta gongur akkurát sum tað skal, og alt tað sum eg havi droymt um sær út til at fara at eydnast. Hetta vísir bara, at um tú ynskir tær okkurt, berjist fyri tí og venur nógv, so skal tað nokk eydnast, sigur hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo