- Tað var ein fantastiska feitur stemningur í høllini, og tað gekst væl. Eg eri heimsmeistari! segði Sarah Mahfoud eftir dystin.
Sarah Mahfoud, hálvur føroyingur, boksaði í kvøld móti Brendu Karen Carabajal, og við at vinna er hon kosin IBF interim heimsmeistari. Tað vil siga, at hon skal boksa móti núverandi meistaranum Jennifer Han fyri endaliga at taka beltið. Jennifer Han er í barnsburðar farloyvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo