19 ára gamla sørvágskvinnan, ið seinastu 4 árini hevur leikt við HB kvinnum, hevur skrivað sáttmála við italska kvinnuliðið Apulia Trani í Suðuritalia.
Italalska fótbóltsfelagið hevur fylgt Saru síðani hon leikti á U17 landsliðnum, og fyri 14 døgum síðani kom so tilboðið um at koma til Trani at leika.
Apulia Trani hevur verið í bestu kvinnudeilidini, men í løtuni eru tær í seriu C.
Felagið hevur fylgt gongdini og menningini hjá Saru, og ynskja nú at bjóða henni at vera við til at fáa kvinnurnar upp í betri deild aftur.
Saman við Saru, hava 2 íslenskar og 3 amerikanskar somuleiðis skrivað sáttmála við felagið.
Sara fer til Italia í morgin og sleppur vónandi at leika sín fyrsta dyst við Apulia Trani longu 8. november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo