Sára Jógvansdóttir er toppskorari í Vestmanna. Hon fekk 145 atkvøður.
Vanligt er í Vestmanna, at tann við flestu atkvøðunum er borgarstjóri.
Bert ein listi er.
Símun J. Højsted, som alment hevur sagt, at hann bjóðar seg fram til at manna sessin, var nummar tvey við 138 atkvøðum.
Fyrrverandi borgarstjórin, Karl A. Olsen, sum ikki hevur stillað upp seinastu seturnar, stillaði upp aftur og kom inn sum nummar 4.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo