Fernando Santos gevst sum landsvenjari hjá pólska landsliðnum, sum ikki hevur staðið seg væl í EM-kvalifikasjónini.
Pólska Fótbóltssambandi (PZPN) boðar á síni heimasíðu frá, at Santos hevur fingið fótin. Tríggjar dagar eftir 0-2-ósigurin á útivølli móti Albania í EM-undankappingini, skrivar TV 2.
Í juni gjørdist tað eisini til ósigur móti Moldova, og móti Føroyum stóðu pólendingarnir seg illa og kundu eins væl tapt dystin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo