Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Stjórin í evropeiska miðbankanum hevur boðað frá, at rentuhækkingar verða framdar í juli og september mánað í 2022, sum fer at førka renturnar uppum null aftur. Tá evropeiski miðbankin hækkar rentuna, fer danski Nationalbankin væntandi at hækka rentuna við, sum síðani væntast at hava rentuhækkingar í føroysku bankunum við sær. Hetta merkir, at tað um stutta tíð er sannlíkt, at negativ renta fyri innlán í føroysku bankunum aftur verður positiv.

Enn verður negativ renta kravd av upphæddum, sum bankar hava standandi sum innskot í Nationalbankanum, men tá evropeiski miðbankin hækkar rentuna í juli og í september 2022, fer Nationalbankin væntandi at hækka rentuna við. Renturnar, sum føroysku bankarnir bjóða sínum kundum, plaga at fylgja rentuni hjá Nationalbankanum. Fyrsti bankin í Danmark, Saxo bank, hevur longu boðað frá, at bankin ikki longur fer at krevja negativa rentu fyri innlán frá kundum sínum við virknað frá 1. Juli 2022.

Í fyrstani kravdu føroysku bankarnir einans negativa rentu frá vinnukundum, men í 2020 varð innlánsrentan eisini lækkað niðurum null hjá privatkundum. Ikki allir kundar gjalda negativa rentu fyri síni innlán, men einans teir við innláni, sum fer uppum eina ávísa upphædd. Í 2020 rindaðu privatkundar 11,6 mió. kr. fyri síni innlán á 11 mia. kr. í negativum rentum í føroysku bankunum, meðan teir í 2021 rindaðu 26 mió. kr. fyri síni innlán á 11,7 mia. kr. (kelda: MFI). Markið fyri nær negativ renta skal gjaldast, var sostatt lægri í 2021 enn í 2020.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2022 her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo