Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Flestu tingfólk vilja samstarva við russisku stjórnina, samstundis sum sama stjórn bumbar Ukraina. Tað er ein erlig sak. Men hvat siga hesi fólk um trygdina? Um virðini? Um okkara støðu í heiminum? Um vantandi eftirlit við russiskum skipum? Um ávirkanina á okkara grunnar? Tey siga einki. Tey tiga veruleikan burtur.

Nú eru 600 dagar síðani russiska totalálopið á Ukraina. Putin væntaði at kunna taka landið eftir fáum døgum, men mótstøðan, stríðsviljin, moralurin og stuðulin úr øðrum londum vóru alt ov sterk.

Eftir 600 dagar hava vit vant okkum við tað. Men ræðulig brotsverk henda enn. Fyrsta stóra álopskríggj í Europa sáðani 1945 er í gongd. Og tað er ikki bara eitt álop á Ukraina, men á stabilitetin í øllum Europa.

Tað snýr seg um demokrati og mannarættindi øðrumegin og kalt harðræði hinumegin.

Tær kreftir, Russland beinleiðis og óbeinleiðis samstarvar við og stuðlar á heimspallinum – Iran, Sýria, Hezbollah, Hamas, Norðurkorea – eru ein størri hóttan enn leingi.

Vit sleppa ikki undan at taka støðu til hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, um vit gerast enn meira búskaparliga knýtt at tí størsta av hesum londunum. Tí við búskaparligum tilknýti fylgir politisk ávirkan.

Líkasæla og ábyrgd
Bakkafrost tók støðu beint eftir álopið og steðgaði søluni til Russlands. Tá segði stjórin í okkara størstu fyritøku soleiðis við miðlar:

”Eg havi altíð sagt, at vit framleiða matvørur og ikki politikk. Men tað finst ein javnvág millum ábyrgd og líkasælu. Og sum støðan er blivin, mugu vit brúka allar mátar til at vísa, at vit ikki kunnu vera ein partur av hesum.”

So vísti stjórin til tann jødiska rithøvundin og nobelvinnaran Eli Wiesel. Hann yvirlivdi Holocauast, og fanst seinni harðliga at USA fyri at hava loyvt amerikanskum fyritøkum at handla við Týskland heilt fram til 1942:

”Eli Wiesel segði, at tað er ikki altíð lætt at gera tað rætta, men at tað heldur ikki altíð er rætt at gera tað lætta. Í hesum føri er jú eingin ivi um, at Russland er farið langt um mark. Vit eru í eini støðu, sum minnir um annað verðinskríggj, og tað hevur týdning at ásanna, at líkasæla kann gera, at vit draga ábyrgd uppá okkum”. 

Hetta eru óhugalig orð. Tí tey raka okkum. Og vit vita, at tey eru sonn.

Tí vilja vit helst skúgva slík orð úr huganum. Men veruleikin hvørvur ikki fyri tað, um vit nokta at hyggja at honum ella taka støðu til hann.

Tann, sum vil tiga burtur veruleikan, lumpar bara seg sjálvan. 

Óunniligir sannleikar
Nú skal støða takast til fiskivinnuavtaluna. Óunniligir sannleikar í hesum máli eru til dømis hesir:

Russisku skipini, sum eru her sambært avtaluni, kunnu frá degi til dags gerast partur av hernaðarligu tilbúgving Russlands. Tað er ein almenn, politisk viðtøka í Russlandi. Summi eru tað helst longu nú sambært norsku fregnartænastuni. Og okkara eftirlit við hesum mongu skipum er minimalt. (Tey fiska í altjóða sjógvi og føroyskum sjógvi - sum ger tað trupult at hava eftirlit við fiskarínum).

Eisini tá tað kemur til fiskarí er eftirlitið minimalt. 29 russisk skip hava rætt at fiska her. Nógv teirra eru gigantisk. Býta vit samlaðu kvotuna út á tey 29 skipini, er tað nógv minni enn ein last í part.

Vit vita, at tey eisini hava hjáveiðu. Men vit vita ikki hvussu nógva. Vit vita snøgt sagt ikki nóg væl, hvussu hetta ávirkar okkara grunnar.

Ein veruleiki er eisini, at russiski ambassadørurin hevur hótt okkum orsakað av, at vit samstarva við okkara grannar um trygd, og av at vit stongdu havnirnar fyri fiskiskipum, sum ikki hoyra til fiskivinnuavtaluna. Vit vita, at eitt føroyskt skip áður er tikið í Russlandi – í friðartíð. Vit vita eisini, at eitt diktatur sum tað russiska, ið – sum kríggið sýnir – ikki virðir nakað sum helst, kann vera ein bæði ótryggur og hættisligur samstarvsfelagi.

Tað er eisini ein veruleiki, at Putin ikki bara hatar Vesturheimin og okkara virði, men eisini ger alt fyri at máa støðið undan tí, vit byggja á. At halda, at Russland ongi strategisk áhugamál hevur við samstarvinum við Føroyar, er býttari enn býtt.

Ein annar veruleiki er, at bretski ambassadørurin í almennum brævi til føroyingar hevur gjørt greitt, at Bretland ikki vil hava, at vit loyva russiskum skipum inn í teirra farvatn – tað sonevnda ”serøkið” millum Bretland og Føroyar. Men tað er júst tað, vit gera við avtaluni.

Bretska stjórnin hevur leingi sagt tað sama beinleiðis við landsstýrið, skilst. Í almenna brævinum var eingin hóttan, men tá bretska stjórnin tekur hetta óvanliga stigið, so meinar hon tað. Og Bretland er altso ikki bara ein stórur marknaður hjá okkum. Ein stórur partur av toskinum úr Barentshavinum fer júst til – ja, Bretlands. Vit royna at eisini at fáa eina betur handilsavtalu við Bretland.

Hetta er alt samalt óhugaligt. Men tað hvørvur ikki fyri tað, um vit royna at lata eyguni aftir fyri tí.

Kroyst í ein krók
Føroyar hava fordømt russiska álopið, vit hava stuðlað Ukraina við nakað av pengum, vit hava tikið flóttar. Vit hava fylgt okkara sameindu, og stongt fyri fiskiskipum, sum ikki hoyra til fiskivinnuavtaluna. Tað er alt gott – men tað endar ikki við tí, tíverri.

Spurningurin nú er, um okkara stjórn skal seta seg at samráðast við russisku stjórnina.

Tey flestu sóu myndirnar av drápinum av George Floyd.

Kann mann ímynda sær, at onkur fór yvir til løgreglumannin, meðan hann hevði knæið á hálsinum á Floyd, og gjørdi eina avtalu við hann um keyp og sølu?

Tað var henda støða, Eli Wiesel vísti á. Tað, USA gjørdi, var at handla við ein mordara – meðan hann drap.

Hesi tvístøðu standa vit í nú. Tað gera onnur eisini. Og tað eru nógv, sum handla við drápsmannin Putin meðan hann roynir at drepa Ukraina. Eisini vestanlond. Til dømis keypa nógv framvegis russiskt gass. Nógv, nógv minni enn í 2021, men kortini. Tað eru eisini fyritøkur, sum eru virknar í Russlandi. Vit kenna øll Ecco og Rockwool.

Eisini Føroyar handla við Russland. Ja, sambært hagtølum eru vit tað landið í heiminum, sum útflytir mest av fiski til Russlands. Og sum eg havi skilt er eingin ætlan um at steðga hesum við lóg.

Spurningurin nú er ein annar. Hann er, um vit á stjórnarstigi skulu gera eina fiskivinnuavtalu við stýrið í Kreml. Um vit skulu taka í hondina á drápsmanninum meðan hann drepur.

Sambært KvF týskvøldið er tað tað, ein greiður meiriluti á løgtingi vil.

Tað er ein erlig sak. Tað er eisini er erlig sak at siga, at landsstýrið hevur drálað so leingi við hesum, at vit standa í somu støðu sum fyri einum ári síðani. Kroyst upp í ein krók. Tað er landsstýrisins ábyrgd, og tí ber ikki til at renna frá.

Sannleikans stund
Men tað er ikki ein erlig sak at fyrigykla fólki, at hetta bara snýr seg um fiskarí.

Sambært almennum frágreiðingum kemur tað landsbúskaparliga út uppá eitt um vit gera avtaluna ella ikki. Hesum ivist eg stórliga í. Bara tann kolossali samlaði prísurin fyri at fáa virðini í Barentshavinum til høldar ger tað ringt at trúgva tí. 1,2 milliardir – túsund og tveyhundrað milliónir – júst eru brúktar uppá skip. Pengar, sum fyri mesta partin enda í Turkalandi. Men raksturin er jú eisini dýrur. At tað kostar so nógv er ikki nakar fyrimunur, landsbúskaparliga sæð.

Men um vit siga, at tað kemur út uppá eitt reint búskaparliga, so ger tað ikki tað í aðramáta.

Hvussu við avleiðingum fyri okkara egnu fiskastovnar og havumhvørvið sum heild? Hvussu við trygdini? Hvussu við okkara viðurskiftum við grannalond – ikki minst Bretland? Hvussu við langtíðaravleiðingum av at gera Føroyar meira vinnuliga heftar at Russlandi? Hvussu við virðum og ábyrgd? Hvussu við orðunum hjá Eli Wiesel?

Mann plagar at tosa um ”sannleikans stund” tá ein stór avgerð skal takast.

Politikarar við ábyrgdini áttu eisini at gjørt hetta til sannleikans stund á ein annan hátt. Teir skuldu sagt fyri fólki, hvat hetta veruliga snýr seg um.

At rópa við teimum, sum rópa harðast, er einki roysni. Og hjá politikarum blint at tala sakina hjá sterkum fyritøkum, er freistandi. Soleiðis er lætt at gera seg populeran.

Men politikarar áttu at verið politikarar. Teir áttu at hugsað um heildina og framtíðina. Teir áttu at gjørt hetta til ”sannleikans stund” við opið at viðurkent, at russlandsmálið eisini snýr seg um trygd. Um virðir. Um okkara egnu fiskastovnar. Og um støðu Føroya í heiminum.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo