Í einum longri intervju við NRK tosar 38 ára gamla Sanna Marin, fyrrverandi forsætisráðharrin í Finnlandi, um atfinningarnar og jagstranina av sær tá ið hon var forsætisráðharri í Finnlandi frá 2019 fram til í summar.
Á heysti 2022 vóru fleiri privat ballvideo av henni at síggja sum fóru runt allan heimin, og vóru hvassar atfinningar at hoyra í Finnlandi.
Í kjalarvørrinum á videoupptøkunum vóru gitingarnar í hæddini um at Marin hevði tikið narkotika. Marin noktaði hesum, varð testað, men úrslitið var negativt.
- Men eg skilti at skrivingin í miðlunum ikki handlaði um dans, sang og hvat eg gjørdi í míni frítíð. Tað snúði seg um hvussu eg sá út. Eg var so ung. Eg var so sexy í videoupptøkunum. Og tað dámdi ikki summum, sigur Marin við NRK spurd um mannligir politikarar høvdu fingið sama uppmerksemið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo