Úrslitið av vælvitjaðum pallborðsfundi í Sankta Frans Skúla í kvøld var, at foreldrabólkurin fekk lyfti um, at býráðið tekur málið um eina royndarætlan við framhaldsdeild í Sankta Frans til viðgerðar fyri summarfrítíðina.
Foreldrabólkurin hevði kallað til almennan fund við býráðslimum. Selmar Nielsen, skúlastjóri, greiddi frá, hvørjir møguleikar eru í skúlanum, og Tóra Petersen hugleiddi um, at næmingar hava eisini tørv á smáum skúlum eins væl og stórum eindum.
Jógvan Arge umboðaði Tjóðveldi við pallborðið. Hann helt tað vera ein sympatiskan tanka at royna framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, nú bert fáir skúlanæmingar eru eftir í miðbýnum.
“Tað hevði komið miðbýnum væl við, at nakrir hálvvaksnir næmingar aftur komu í umhvørvið, sum hevur verið fult av børnum í mannaminnir, men nú er so at siga tømt fyri børn. Tað er eisini uttanhandað at fara heilt út á Fløtur, tá tú ert vanur at ganga her í miðbýnum”, segði hann.
Jógvan Arge vísti á, at hesa støðu tók hann sum minniluti í nevndini, tá seinasta umsóknin frá Sankta Frans um at hava 8. og 9. flokk fall í mentamálanevndini fyrr í ár.
Orðaskiftið snúði seg nógv um Sankta Frans kontra Skúlan á Fløtum, har ætlanin er, at næmingarnir úr Sankta Frans skulu halda fram. Hetta dámar foreldrum illa, og fleiri vístu á, at sjálvt skúlaskiftið kann vera ein bági fyri næmingarnar eins og, at smáir skúlar falla summum næmingum betri enn stórar eindir.
Eftir orðaskifti í tveir tímar lovaði borgarstjórin, at málið verður tikið upp í býráðnum fyri summarfrítíðina at vita, um býráðið hevur hug at skifta støðu viðvíkjandi Sankta Frans, sum ikki fekk framhaldsdeild játtaða í einum bygnaði, sum varð gjørdur í 2012.
Samtykkir býráðið at broyta bygnaðin, skal mentamálaráðið geva loyvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo