Sambært ísraelsku avísini Jerusalem Post so er sangurin um terrorálopið 7. oktobur, og longu nú hevur sangurin skapt tjak á sosialu miðlunum.
Sjálv um hvørki tekstur ella lag er alment enn, so skapar tittulin mikið tjak.
Verður sangurin góðkendur av EBU, so fer unga sangarinnan Eden Golan at framføra «October Rain» í Malmö í mai.
Men sagt verður eisini at fyrireikararnir EBU umhugsa um sangurin skal góðtakast og sostatt útihýsast frá songkappingini. Tað skrivar Eurovoix News.
Fleiri netstøð sum liva av MGP-nýggjheitum skriva at fyrireikarin EBU umhugsar at útihýsa sanginum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo