Í sambandi við, at nýggja heimið “Frælsi” letur dyrnir upp fyri almenningum, verður skipað fyri konsert í Mentanarhøllini á Eiði.
Tiltøkini mikudagin byrja kl. 15 í Ìtróttarhøllini og síðan er møguligt at vitja heimið “Frælsið”. Dagurin endar í Mentanarhøllini á Eiði kl. 19 við konsert.
Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum, Tær 4, Magni Christiansen og Eiðis ljómfelag syngja og spæla á konsertini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo