Í Runavík fyrireika tey seg til hetta forvitnisliga og serstaka hugnakvøldið sum er eitt av fyrstu tiltøkunum nú mentanarvikan fer av bakkastokki.
Talan er um eitt tiltak fyri sangskrivarar, tónleikarar og áhugaði sum heild nú hesir fimm sangskrivarar – heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð – hittast í Skótahúsinum at práta og hugleiða um hetta at skriva sangir og tekstir.
Tey fara at velja løg hjá hvør øðrum og fregnast um tankar og tilgongd aftan fyri endaliga úrslitið av útvaldu sangunum, ið fara at ljóma úr hátalarunum.
Aftan á ein steðg verður orðið frítt og spurningar kunnu setast úr salinum. Tiltakið verður í kvøld sunnukvøld 25. apríl kl. 19 í Skótahúsinum við Løkin, Runavík.
Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo