Leygardagin 27. mars verður skipað fyri sangmaraton í Nólsoy.
Ætlanin er at syngja 42 og ein hálvan sang út í eitt. Sungið verður úr nýggjastu útgávuni av Songbók Føroya fólks (2008) og tiltakið verður í missiónshúsinum.
Um fólk ikki eiga nýggjastu úrgávuna av Føroya fólks, eru bøkur til láns í húsinum.
Byrjað verður kl 16.30 og væntast kann at liðugt er á leið kl 19.00.
Tiltakið er alment, og nólsoyingar vóna at eisini avbygdafólk koma til Nólsoyar at syngja.
Jósup siglir av Havnini kl 16.20 og aftur úr Nólsoy kl 19.25.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo