Sunnukvøldið 3. desember kl. 20 verður sangløta við Betesdakórinum í Kelduni, í Skálafirði.
Betesdakórið, sum hevur sungið í sera nógv ár, er eitt kór, sum er kent fyri sínar vøkru rytmisku sangir og meira stillu sálmar og sangir. Kórið hevur ferðast nógv kring landið og eisini uttanlanda, t.d. í Íslandi, Danmark, Norra og Sveis.
Kórið er, sum navnið sigur, heimahoyrandi í Betesda í Klaksvik og syngur nærum hvørt sunnukvøld har. Tað eru teir báðir, Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre sum leiða kórið.
Á sangløtini í Kelduni fer kórið, saman við tónleikarum, at syngja nýggjar og eldri sangir, møguliga eisini onkran jólasang.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Kelduna sunnukvøldið 3. desember kl 20.
Tað er ókeypis atgongd og en góður drekkamunnur verður aftaná sangløtuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo