Betesda: Páskakvøld verður evangeliskt møti kl. 18, har sangkórið í Betesda luttekur, og m.a. Jákup Eli Østerø og Rógvi Joensen hava ein boðskap.
Dópur verður á hesum møtinum. Tríggjar kvinnur ynskja at lata seg doypa, so sum orð Guds lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.
Seinasta møtið á páskum verður 2. páskakvøld kl. 18.
Hetta verður eitt vitnisburðarmøti, har høvi verður at luta við onnur, hvat HARRIN er fyri teg.
Karsten Hansen leggur fyri, og so er orðið frítt at vitna um HARRAN.
Hjartaliga vælkomin!
Samkoman í Betesda ynskir øllum einar gleðiligar páskir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo