Undir gudstænastuni í Vesturkirkjuni í morgin kl. 11.00 kemur kórið Sangfuglarnir at framføra nakrar glaðar sangir.
Hesum boðar prestur, Bergur D. Joensen frá.
Kórið, sum hevur verið til í 4 ár, hevur vant í Vesturkirkjuni í eina tíð.
Kórluttakararnir eru fólk við demenssjúku á ellisheimum í Suðurstreymi og nøkur, sum hava dagtilhald har.
Soleiðis at koma at syngja og hoyra tónleik hevur verið til gleði og uppbygging fyri tey.
Sanginum og undirspælinum taka Jógvan við Keldu og Jógvan Dahl sær av, og er tað Anna Petra Winther sum skipar fyri saman við Demenstilhaldinum í Skotarók.
Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo