Leygarkvøldið 5. okt kl 19, verður sang og tónleikakvøld í Elim í Søldarfirði. Á skránni verða framførslur og felagssangur.
Tey, sum fara at luttaka eru, Petur Hans Hansen, Magni Christiansen, Oasubrøður, Eyðun Jacobsen og Zamar.
Aftaná verður drekkamunnur og okkurt gott afturvið og tá verður eisini Open Mic, her kan ein og hvør, sum hevur ein andaligan sang á hjarta, sleppa til mikrofonina, at syngja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo