Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sands kommuna: Tað er við undran og keðiligari kenslu, at ásannast má, at tað ikki bar á mál at leggja brandliðini í Sandoynni saman í eitt felags brandlið við eini felags leiðslu.

Nú Sandoyartunnilin sum vit øll gleða okkum til er á gáttini, eru boðini greið, tað skal verða tilbúgving báðumegin tunnilsmunnan. Hettar inniber, at Sands kommuna eigur tilbúgvingina Sandoyarmegin, vegna tað, at tunnilin kemur út innan kommunumark á Sandi. Hesa uppgávu megna vit ikki einsamøll, men um Sandoyggin stóð saman um felags brandlið við felags leiðslu, so var støðan ein onnur.

Ásannandi støðuna og við tí ábyrgdarkenslu sum Sands kommuna umboðar, eru vit í einum positivum anda farnir í samráð við Tórshavnar kommunu um at leggja brandliðini hjá Tórshavn og á Sandi saman í eitt felags brandlið. Venjingarnar eru byrjaðar undir leiðslu av Tórshavnar Sløkkiliði og ganga venjingarnar sera væl.

Takkað vælvilja frá Heðin Mortensen borgarstjóra og Tórshavnar sløkkiliði megna vit uppgávuna viðvíkjandi tilbúgvingini í tunnilinum.

Øll tit sum trúliga møta til venjing eiga stórt rós uppiborið. Uttan tykkum hevði tað verði trupult at tikið Sandoyartunnilin í brúk tann 21 desember 2023.

À Sandi taka vit ábyrgd.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo