Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Økið við Stóravatn og Lítlavatn á Sandoynni er veruliga ein Guðs givin perla. Hetta økið hevur í stóran mun ligið órørt síðani seinastu ístíð tvs., í sløk 15.000 ár.

Umframt stóra náttúru vakurleikan við vátlendum, áum og lyngi so hevur økið eitt sera ríkt djóra og fuglalív og nógvan mógv har torv hevur verið skorið í øldur. Í vøtnunum eru góð síl og har hava mong hugnaligar løtur við tráðuni.

Kemur Suðuroyar tunnilin upp við Stóravatn, sum ráðgevarar hava teknað, so verður alt hetta økið oyðilagt fyri altíð.

Eg vil mæla Sandoyðingum til at heita á Umhvørvisstovuna at fyrireika friðing av hesum øki. Umhvørvisstovan hevur samband við UNESCO um at verja og friða føroyska partinum av heimsarvinum – og eg vil siga at Lítla- og Stóravatn eiga at koma á henda friðingarlista ongantið ov skjótt.

Fjallavatn vesturi i Vágum varð á sinni friðað tá ørvitis ætlan var at gera alt økið til eina vatnbyrging og eisni varð økið Millum Tjarnir við Eiði friðað móti vindmyllum, so tað ber til um vit taka lógvatøk saman at verja tað sindri av náttúru vit – enn – eiga!

Johan Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo