Sandoyggin hevur stórar avbjóðingar fyri framman, nú tunnil skjótt skal takast í brúk í Traðardali. Ikki tí, eg gleðist sjálvandi um tað frambrotið.
Nógv stór frambrot eru hend í oynni, framd av teimum, sum undan okkum fóru. Hesi frambrot, sum í dag ikki vera mett at hava tað stóra uppá seg, men tá var tað stórt.
Tað eru neyvan nógv í dag, sum hugsa um, at tann fyrsti millumbygdavegurin, sum var gjørdur í Føroyum, var gjørdur ímillum Sand og Skopun í 1916.
Eitt stórt framstig – tá, men tann vegin hugsa vit ikki so nógv um í dag. Hann er bara har.
Nú eg eri við vegir, so var vegurin í Sandslíð helst eitt veldugt frambrot, hóast hann enn ikki er nýtímans, men betringar eru á veg. Tá ið dalbingar fingu vegasamband við umheimin, var eisini eitt stórt frambrot, og nú er dalstunnil næsta frambrotið.
Hvat mundu sandoyingar halda, tá ið fysti bilurin kom í oynna. Helst hevur onkur hildið lítið um tað – tá, men nú er bilur ein sjálvsagdur partur av samfelagnum. Helst fleiri í hvørjum húsi.
Stóra verkætlanin við tunli av Gomlurætt í Suðurstreymoy til Traðardal í Sandoynni er eisini eitt frambrot, sum vil nakað.
Eru vit klár?
Eru kommunurnar í oynni klárar at taka ímóti, ella kemur hetta óvart á kommunurnar – nei, eg spyrja bara. Eg kundi tikið í egnan barm, tí eg havi eisini verið ein partur av einum bygdarráð, sum helst ikki hevur gjørt nóg nógv fyri at taka í móti avbjóðingini.
Okkum í Sandoynni hevur ofta verið kastað fyri, at vit eru so lítil, at vit mugu fáa sersømdir frá Løgtinginum, eitt nú við eldraøkinum, ítróttarhøllini o.a., men tann tíðin nærkast, at vit nú mugu laga okkum eftir teimum ”stóru”, um vit ikki sjálvi taka okkum um reiggj.
Mær tykir, at her er larmandi tøgn, um hvat gerast skal.
Okkurt má gerast
Hinar kommunurnar kundu sagt ”passið tit tykkara, so passa vit okkara”, men nei, eg loyvi mær at koma við míni hugsan, tí oyggin hevur betur uppiborið.
Vit eru vælsignað við røskum og arbeiðsamum fólki í oynni, so man kundi lagt seg afturá og latið alt upp í hendurnar á teimum, men so lætt sleppa vit helst ikki, tí tey gera einki einsamøll.
Vit hava flakavirki í Skopun og í næstum eisini á Sandi, ein eftirskúla í Skálavík og Mold- og Mentanarskúla á Sandi. Vit hava barnaskúlar, Meginskúlan og hartil nógvar aðrar tænastur í allari oynni. Ellisheimini eru í Skálavík, Á Sandi og í Skopun, har nógv starvsfólk eru tengd at. Fríðtíðarvirksemið við B71 á odda blómar í allari oynni.
Oyggin er blivin ein ferðavinnuoyggj, sum nógv í oynni hava hava lagt sína sál í. Ferðamaðurin kann fegnast, men ikki er vist, at tað er nóg mikið, at hann er nøgdur, møguliga kundu vit sjálvi fingið meira burturúr.
Skulu vit taka ímóti allar ferðsluni, sum væntast at koma í oynna, so mugu oyggjabúgvar og landsmyndugleikar bretta upp um armar, tí landsvegakervið er ikki gjørt til so nógva ferðslu. Vit mugu liva í vónini um, at hetta fæst uppá pláss, sum frá líður.
Saman standa vit sterk, men sum ein eru vit sterkari
Eg meini, at tað var í 1928, at Sands kommuna sum tann fysta fór burturúr felagskommununi, sum umfataði Sandoynna og Skúvoy.
Árið eftir fóru hinar kommunurnar sundur í fýra kommunur, Skopun, Skálavík, Húsavík og Skúvoy.
Tá var samfelagsstruktururin soleiðis háttaður, at bygdirnar vóru smáar eindir í eini lítlari oyggj, tí ikki var koyrandi ímillum bygdirnar, og samskiftismøguleikarnir vóru vánaligir.
Helst var tað rætt tá at fara hvør til sítt, men síðan tá er samfelagsmenningin farin fram við fúkandi ferð, eisini í Sandoynni.
Trupulleikin er, at allar bygdir í hesum tíðarskeiðnum hava gjørt somu íløgur – tó so, samstarv er millum kommunurnar á skúlaøkinum, barnaverndarøkinum og á eldraøkinum.
Tíverri er tað so, at við verandi felagssamstarvi, at kommunurnar hvør sær hava vetorætt, um so er, at tær ikki eru samdar. Útslitið er, at neyðugu út -og umbyggingar á Meginskúlanum, á eldraøkinum o.ø. ikk verða framdar.
Tað ber ikki til í longdini. Her má vend koma í.
Oyggin er ov lítil at hava so nógvar sjálvstøðugar kommunur
Í dag er koyrandi til allar bygdir, og samskiftið er so gott, at tú at kalla við einum klikki kanst fáa samband við hinar bygdirnar. Í dag kanst tú seta teg í ein bil og so ert tú frammi eftir stuttari løtu.
Tí er rættast at hyggja at eini samanlegging aftur. Tað er neyðugt.
Skal Sandoyggin mennast í kappingini við meginøkið, so má oyggin leggjast saman í eina felags kommunu. Ein kommuna kann betur leggja til rættis, hvar íløgur skulu gerast, enn tað sum nú hendir.
Nú eru kommunurnar farnar at kappast um nýggju íbúgvararnar, og stór lendi verða løgd undir betong, bara fyri at nevndu íbúgvar ikki skulu seta búgv í grannakommununi.
Tað ber ikki til.
Ein felagskommuna hevði við skynsemi og við peningaligum neyvleika gjørt neyðugu íløgurnar á fleiri økjum.
Í dag er alt í sjálvdrátti.
Ein felagskommuna hevði staðið sterk, íløgukarmurin hevði verið størri, útbyggingin av oynni hevði verið betur løgd til rættis.
Tað hava allir íbúgvar í Sandoynni uppborið.
Lati okkum gleðast um tunnilin, men vit mugu taka lógvatak, oynni at frama.
Lati okkum standa saman um ikki at vera ósamd, men samd um at leggja saman og samd um at oyggin stendur seg best við eini felagskommunu – Sandoyar kommuna.
Heri Sverrason
Borgarstjóri á Sandi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo