Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eysturoyartunnilin hevur ilt við at fáa økonomiin at hanga saman.

Politiskt metti eitt einmælt løgting í 2014, at Eysturoyartunnilin bleiv eitt so stórt búskaparligt gullnám, at tað eisini kundi fíggja ein Sandoyartunnil.

Suðuroyingar hava eisini havt eitt ynski um, at Eysturoyartunnilin eisini skal fíggja fasta sambandið til Suðuroyar.

Tað tyktist ikki vera mark fyri, hvat “gullnámið” undir Tangafirði kundi fíggja.

Men sjálvt besta kúgvin mjólkar ikki óavmarkað.

Tað skilja flestøll í dag.

Hevði Eysturoyartunnilin ikki veðhildið fyri Sandoyartunlinum, hevði bummgjaldið í dag verið 45 kr.

Men bummgjaldið er 75 kr orsakað av veðhaldinum.

Tað er ov nógv og nógvir bilførarar velja at brúka gomlu farleiðina.

Samfelagið hevur harvið fingið eina stóra avbjóðing.

Løgtingið royndi at lóggeva marknaðarkreftirnar uppá pláss, men tað er líka meiningsleyst sum at lóggeva móti náttúrukreftunum.

Eysturoyartunnilin skyldar í dag 3 milliardir kr.

Nú liggja vit øll sum løgtingið hevur reitt.

Eysturoyingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo