Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni
Spurningur:
- Hví verður tænastan hjá sandoyggjafólki viðvíkjandi sjúkraflutningi gjørd verri, nú sjúkraflutningstænastan í oynni verður niðurløgd?
- Hvussu verður við tilbúgving og trygd hjá sandoyggjafólki, um óhapp henda í tunlinum?
- Hví er sjúkraflutningstænastan í Sandoynni ikki partur av tilbúgvingini í Sandoyartunlinum?
Viðmerkingar:
Sjúkrahússtjórin hevur boðað frá, at sjúkraflutningstænastan í Sandoynni, sum hevur verið skipað við sjúkrabili í Sandoynni, verður niðurløgd, og sjúkraflutningstænastan, sum er staðsett á Landssjúkrahúsinum, skal røkja sjúkraflutningin í Sandoynni.
Sjúkraflutningstænastan er skipað við sjúkrabilum staðsettum í Vágoynni og í Eysturoynni. Tað var uppá tal at niðurleggja tænastuna í Vágum, tá Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, men tann ætlanin varð slept. Tað er skjótt at koyra í Eysturoynna, bæði úr Tórshavn og Klaksvík, men tað hevur ongantíð verið uppá tal at niðurleggja tænastuna.
Tí kann tað undra, at sandoyggjafólk verða viðgjørd øðrvísi og harvið fáa eina verri tænastu.
Tá tað snýr seg um tilbúgving í Sandoyartunlinum, er avtala gjørd við Tórshavnar kommunu um at hava sløkkiliðsbil staðsettan í Sandoynni.
Støðan er meinlík, tá tað snýr seg um sjúkraflutning og præhospitalska viðgerð, skuldi okkurt hent í Sandoyartunlinum.
Spurningurin er tí, um ein sjúkrabilur, staðsettur í Sandoynni, ikki kundi verið partur av samlaðu sjúkraflutningstænastuni í miðstaðarøkinum og samstundis styrkt samlaðu tilbúgvingina.
Á Løgtingi, 30. mai 2024
Jacob Vestergaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo