Talvsambandið: Eftir dystirnar í fjórða umfari í landskappingini í talvi um viksuskiftið fekst sjón fyri søgn um, at einki av hinum liðunum stendur Sandavági og Havnini kurl í fremstu deildini.
Tey bæði liðini vinna stórsigrar á hinum kappingarneytunum, og nú verður bíðað eftir fyrra innanhýsis toppdystinum í fimta umfari. Men hann verður ikki fyrr enn eftir nýggjár.
Stórsigrar
Sandavágur og Havnin gjørdu bæði bart í fjórða umfari.
Havnarmenn flongdu klaksvíkingar heili 3½-½ í Skákinum á Akursmørk. Og sama gjørdu vágamenn við B-liðið hjá klaksvíkingum í 1. deild.
Á FM-liðnum hjá Havnini vunnu Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol allir sannførandi á fremstu trimum borðunum, men á fjórða borði var remis millum Carl Eli Samuelsen og Willa Olsen.
Tað var eisini á fjórða borði, at tað bragdaði hjá hinum klaksvíksliðnum. Ingolf Gaard hevur verið álitið á liðnum, hesaferð telvaði hann remis móti Torkil Nielsen. Á ovaru borðunum vunnu sandavágsmenn. Brøðurnir Rógvi og Høgni hava báðir fult stigatal higartil eftir fýra dystir.
Í triðja dystinum vann Havnin B á kollfirðingum. Veteranurin Hanus Joensen, føroyameistari 1977, var hin einasti, sum vann av kollfirðingum.
Dystirnir í fjórða umfari í 1. deild vóru hesir:
##med2##
##med3##
Sandavágs Talvfelag er á odda við 14 stigum, Havnar Telvingarfelag er næst við 12½ stigi. Haðani er fitt glopp aftur til Klaksvíkar Talvfelag, sum á triðja plássi hevur 8 stig.
Telvað verður ikki aftur fyrr enn 8. januar 2023. Tá eru dystirnir í fimta umfari fyri. Og tá bresta Havnin og Sandavágur saman. Eftir fimta umfar, er kappingin hálvrunnin. Tíggjunda og seinasta umfar verður 18. mars.
Dystirnir í fimta umfari verða hesir:
5. umfar (8. januar)
Havnin - Sandavágur
Havnin 2 - Klaksvík 1
Klaksvík 2 - Kollafjørður
Hinar deildirnar
Í 2. deild er Sandavágs Talvfelag á odda. Higartil hevur ikki eydnast sandavágsmonnum at hava tvey lið í bestu deildini, men kanska verður tað veruleiki komandi kappingarár. Men vestmenningar fara helst at geva teimum ein skarpan gang.
Í 3. deild stendur á jøvnum millum sundalagsmenn í felagsliðnum Róki og Tofta Talvfelag, men stutt er aftur til Sandavágs Talvfelag og Kongshavnar Talvfelag.
Í 4. deild eru gøtumenn fremstir, og í unglingadeildini eru havnardreingir á odda.
Nú er steðgur í landskappingini í øllum deildum til eftir nýggjár.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo