Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

mynd: Dávur Winther

mynd: Dávur Winther

mynd: Dávur Winther

Seinni heimsbardagi var av. Ein sælur friður føldist, meðan huglagið birtist – “aldri aftur kríggj!”. Og eg minnast væl enn, táið seinasta sirenan blásti av í Klaksvík.

Hóast harmur og saknur sveið um falnar felagar, ið ikki spurdust aftur, sveipti tó eitt áræði seg aftur um landið, tí okkara sjófólk hildu aftur á at sigla: “Navigare necesse est”.

Ymsar leiðir
Summir menn, sum komust undan, nýttu sínar hart forvunna ognir til nýggj skip, meðan landsins myndugleikar mestsum í villareiði bara hugdu at, meðan ovurhonds upphæddir fóru fyri skeyti í avoldaðum, kolafýrdum damptrolarum.

Teir politisku myndugleikarnir skimaðust eftir gonguføri í hvassa sjálvstýris meldrinum um landið tá, sum førdi til fólkatkvøðu, men ikki bar á mál, tí málið var ikki búgvið til tess. Og tingið varð rikið til hús.

Sveinastykki landsins
Tá, júst tá, settu kommunustýrini í Norðurstreymoy, Eysturoy og Vágum seg saman og settu á stovn eitt sveinastykki við navninum: SEV. Tí við gløggskygni var sæð, at einki land hevur lív lagað, um ikki trygg el-orkuveiting er til hús, heim og ídna.

Við vatnorku - og motorverkum sum bakki - var ein samhaldsføst skipan skapt, ið seinni fevndi um landið alt, við púra eins el-orkuprísum fyri alla el-nýtslu úr bygd og í bý.

Hetta var leiðin. Eitt satt bragd!

Hvussu so?
Landsins skiftandi myndugleikar hava síðani stýrt eftir evnum og vild, og vit skulu ikki í hesi syftu vaða út í hetta djúpið – har ið fáur grynnur.

Og spurt kundi heldur verðið nakað øðrvísi: “Um tað var rætt atborið - at svæva ein høgt mettan og væl drivnan stovn, sum Landsverkfrøðingurin var - eftir einari nátt?”. Tí at tá skuldi alt, ALT, privatiserast (!).

Stovnsins heitið varð amputerað til nakað so onki sigandi sum: “Landsverk”. Mangir ungir og eldri, royndu byggi-verkfrøðingarnir funnu skjótt hurðina. Tí alt ræði skuldi nú berast út til juristar og økonomar í Tinganesi. Og við einum ítøkiligum, neyðars standi - og ábyrgdin var hareftir.

Um nú: “Søtur er sjálvgivin biti” eiga tingfólk at eftirmeta hetta gjølla - og til eftirtektar.

Ein sorgarsøga hendi um alt landið – úr leka-skúlanum í Hovi til eina kloyvda havn og kruvdan miðbý í Leirvík við fót-fyri-fót-ferðslu og eykarokningin (uha) til glas-akvariumið “Glasir” - ikki at forgloyma.

Ella tær flestu friðingum av grunnunum, fiskidagarnir, kvoturnar til íverksetarar og til nakrar brosandi kvotu-barónar á sofuni...

Hvalurin
Bláhvalur er havsins og heimsins størsta dýr, eitt gæviligt góðdýr við fáum fíggindum. Onkur hevur sagt frá, at flokkar av bóghvítuhvalum og hvessingum í flokki kunnu fáa lívið av einum stórhvali, antin við at eta burturav tí verjuleysa stórhvalinum í smáum og/ella pøsa hvalin niður til tungan kemur út, og tá verður bitið av tunguni til stórhvalurin bløðir burtur.

Spurningarnir eru mangir - ella fáir
Tí av royndum má ásannast, at allar aðrar ískoytis og tilvildarligar loysnir, sum vindmyllur, sólorka, og sjóvarfalsverk - ikki á leið hava somu slitstyrki og tryggleika - sum rørini oman úr haganum og vatnskrúvurnar hjá SEV niðri við sjóvarmálan hava. Og motorverk.

Ein ovurhonds pumpuskipan skal nú setast í verk fyri milliarda upphædd, har ið tilvildarligi krummtappurin er, sum vindurin blæsur – eitt evindaligt úr og í høgg, kanska – við hesi ivasomu skipan?

Og einki hoyrist frá SEV í løtuni, hvat ið tey har meina. Og um húsið er komið í stríð við seg sjálvt, so verður tað ikki standandi, sigur Skriftin.

Av royndum vita øll, at áhugi landsstýrisins fyri SEV vanliga hevur verið svalligur og seinkandi fyri flestu útbyggingarnar. Og riggar el-veitingin ikki, so hevur bara SEV skyldina.

Hetta meðan eitt umhvørvisráð nú hevur orðið í fjølmiðlum og í verki. Og verður el-orkuveitingin nú í løtuni sjósett av fólki, sum hvørki í verki og veruleika hava sett bara annan endan niður í Ohms lóg? Og hetta uttan nakra ábyrgd yvirhøvur?

Erfaringin
Lívsins lóg og erfaringin sigur: At bítur tú ábyrgd millum tveir persónar, so roynist tað ósvitaliga, at hesir persónar hava ikki 50% í part av ábyrgd, táið í táttar; men umleið 1% hvør – og restin av tey 98%’unum - fara niður í millum hesar báðar.

Mangir PhD’ar verða klaktir á fróðskaparsetrinum um árið, so evnini eru har, men er ongin sum kann siga okkum frá, hví at bretar, finnar og fransar - og mong onnur framkomin lond við - velja atomorkuverk í løtuni?

Eiga vit ikki at steðga á ein andadrátt í hesum altráa og grøna glymmardansinum? Sum ikki er nakað spæl.

Tað mikla danska orkufelagið Ørsted, mannað við serkønum í heimsklassa, misti yvir 20 milliardir Dkr. í 2023 av miseydnaðum vindmyllu parkum í Amerika, og 800 fólk missa arbeiði.

Veruleikin
Landsins tilvera og vælferð hvílur á einum krakki við trimum beinum: Upp og niður sjóvar fiskiskapur og alingini.

Og dettur eitt bein undan krakkinum av sjúku og/ella øðrum hóttafalli, so endar alt aftur á gólvinum, sum í 1990 árunum, og tá koma vit ikki at flyta vørur út fyri milliardir av krónum – men helst bæði ung og røsk fólk í hópatali. Ja, mangur spyr innantanna, eru vit nú aftur komin í 1980 árunum í løtuni?

Og loksins
Eg spyrji, sum nevnt er í yvirskriftini, og hetta tí - eftir at hava verið 20 ár í umboðsráðnum, 12 ár í stýrinum og 8 ár við endan av borðinum, og havi enn allan tokka til SEV, hetta sveinastykkið hjá kommunum landsins í heimsklassa.

Eg havi havt tað fragd og eydnu við at samstarvað við úrmælingum og íverksetarum sum Hjalgrim Winther og Klæmint Weihe, ið ferð eftir ferð tordu at stíga í karakter fyri at verja borg – fyri bæði skipi og manning – um skotríðini komu uttan í frá ella sniðálopini vóru innanborðs.

Ja, hvar er SEV í dag? Vit eru eitt oyggjaland. Og tí er ongin. ONGIN! Ið vit kunnu rokna við er, sum kemur okkum okkum til hjálpar, um illa veit við í framtíðini.

Arnstein Niclasen
verkfrøðingur og fyrrverandi stýrisformaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo