Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum ungur endaði eg her á Argjum. Orsøkin var ein ung fitt genta, sum búði langt frá alfaraveg. Hon búði saman við foreldrum og systkjum inni á trøðni - í dag eitur tað Støðlatún.

Mest nýtta gongdin fyri at koman niðan til húsini var frá spinnarínum og so eftir eini tiltraðkari gøtu fram við áarbakkanum.

Alskurin til Sandá byrjaði longu tá. Tað var spæliplássið hjá børnum og hálvvaksnum; beint niðanfyri húsini var svimjihylurin og nakað longur burtur var mylnuhylurin.

Hendan fitta gentan og eg bygdu okkara heim her, fingu børn og hava búð her síðan. Børnini høvdu teirra spælipláss í ánni; seinni fingu tey børn, sum eisini elskaðu at fara  oman í ánna.

M.a eru tvey av teimum  vaksin í dag og búgva í USA. Tað fyrsta tey gera, tá tey koma á vitjan, er at fara oman í ánna.

Nógv er broytt gjøgnum árini. Her á Trøðni er ein heilur býlingur. Müllers trøð er ein stórur býlingur og Traðagøta er eisini bygd heilt inn til fótbóltsvøllin.

Síðan komunan hevur gjørt gøtur fram við ánni er lívið fram við Sandá broytt munandi.

Her ganga pensionistar, ung fólk ganga/renna, fólk ganga við hundi og ikki minst barnagarðar vitja nærum hvønn dag, tá veður er til tess.

Nú er ætlanin hjá kirkjuráðnum á Argjum og TK at byggja eina nýmótans kirkju á økinum nærhendis Myllnuhylinum, hóast nógv og áhaldandi mótmælir hava verið.

Argumentini fyri mótmælinum eru nógv; tey síggjast m.a. á FB: Varðveitið fríøkið við Sandá.

Tórshavnar kommuna, sum hevur ávíst staðsetingina og fingið útvega serstaka byggisamtykt fyri friðaða økið við Sandá, er hvørki til at høgga ella stinga í. Har er tøgn.

Um kirkjuráðið havi eg hug at skriva nakrar eiðir, men eg skal royna at halda aftur.

Er núverandi kirkja ov lítil?

Finnast nøkur hagtøl yvir, hvussu nógv fólk ganga í kirkju, ella er tann einfaldi sannleikin, at tit ynskja eina meira hábærsliga kirkju?

Haldi, at tit skylda okkum argjabúgvum eina frágreiðing.

Steen Juul Pedersen

Gud vil ikke vurdere dig på dine medaljer, grader eller diplomer, men på dine ar – Elbert Hubbard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo