Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Alexis Sanchez í Manchester United. Hann hevur verið nógv darvaður av skaðum og ringum formi, og leygardagin gjørdist ilt verri, tá hann noyddist út við einum knæskaða í heimadystinum ímóti Southampton.
Enskir miðlar skriva í dag, at Sanchez verður væntandi ikki klárur aftur fyrr enn um 6-8 vikur.
Harvið er ivasamt, um Sanchez kemur at spæla so nógv meira fyri United hetta kappingarárið - umframt at tað eisini er ivasamt, um hann í heila tikið verður at síggja aftur í United búnanum.
Sanchez kom frá Arsenal í januar í fjør. Hann hevur spælt 41 dystir og skotið 5 mál fyri United.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo