Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

…hmm…mangt er umskiftiligt…í vár tá svartkjaftavertíðin var fyri tiptu russisk skip havnirnar, men ikki øll á veg til fiskiskap eftir fiskivunnuavtaluni millum Føroyar og Russland…langt burturífrá…fleiri teirra komu úr ella vóru á veg í Yrmingahavið at royna eftir kongafiski beint  tvørturímóti tilmælunum frá NEAFC um ikki at veiða kongafisk har…

…miðlar og trøllmiðlar stóðu á tambi av gitingum…sjálvt tíðindadeildin hjá Kringvarpinum rassaðist við í sínum avdeyðalag og fór at spyrja politiskar viðmerkjarar…summir eldri í garði enn Metusalem…næstan viðkomandi spurningar…hvat russar mundu ætla her við so nógvum skipum…?...vóru teir í njósnarørindum…?...ella var innrás í umbúna…?...og teir…altso viðmerkjararnir… royndu at svara so liðiliga sum teir fingu fyri sínum viðmerkingarligu giktarunnum…

…almenningurin…ið hvussu er í Suður-Streymoy… var á gosi…kravdi, at okkurt varð gjørt…heldur í gjár enn í dag…hetta líktist svarta ongum…at noyðast hava hesar russisku stinkikustarnar fyri eygunum…seint og tíðliga…

…reiðarapressan sat hám…visti valla hvørjumegin í kjaftinum hon skuldi tyggja norðlýsið…og tunt ljóð í henni…og teimum, hon vendir sær til uttan fyri teir suðurstreymoysku bögarðarnar…

…ein politiskur búkdansari á fólkatingi afturímóti sást í nærum hvørjum miðlaglotta…liðaðist og snaraðist, so nalvin vildi sleingjast um oyruni…tað var einki at ivast í… tiltøk móti russum vóru ikki einans tað rætta at gera…nei, varð fiskivinnuavtalan við Moskva uppsøgd, kundu føroyingar spinna gull úr teirri ullini… skjótari enn nakar dugdi at siga NATO…tað hevði hann eina kanning uppá…

…altráir og spentir sótu føroyingar so og bíndu inn í skíggjar sínar við kørðum, snældum og alskyns spinnikurrum…men gakk… tá ið av tornaði var minni enn lítið at spinna…á tíðindafundi norðuri á Viðareiði ein junidag, flaggaði landsstýrið við einum lesullarlagdi…so lúsutum og lítlum…tað spanst ikki úr honum so mikið sum til eitt knapphol…tíansheldur gull…

…tvørturímóti…

…nú skuldu havnirnar steingjast fyri russiskum skipum…øðrum enn teimum, sum vóru til fiskiskap í føroyskum sjógvi sambært fiskivinnuavtaluni…og tað var eitt vekk, so fekk reiðarapressan tunguna fyri seg…og norðlýsið…læt bók sannleikans upp…øll hennara sjey innsigli…

…íðan hevði landsstýrið…í sínum bláoygni…ella vinnustikni…borið blak fyri eyguni á veljarunum…segði reiðarapressan…ja, beinanvegin stungið norðoyingar og eysturoyingar í bakið…

…jú, gamaní var tað spell, at  Putin forherðaði sítt hjarta móti Ukraina… ikki unti harlendum svøvnnáðir, sum hann skramblaði við sínum krígstólum í túninum hjá teimum…men slíkt var nú lítið av miklum…í verðini…og annars ikki bara ilt um Putin at siga…har slapp so eingin hvørkikynd kaffilatte-brigada  at siga tí manninum nakað…ein ordanskalur…saktans kunnað róð út á norðhavinum…á jú…

…og kríggj…nei, tað skuldi nú valdast, helt reiðarapressan…kríggj altíð verið…onkunstaðni…so fyri tann skyld høvdu føroyingar ongar áneyðir at leypa framav við tiltøkum…vegna hendan røringin har suðuri við svartahavið…ella hvar hann nú var…hasin avkrókurin…Ukraina…

…sjón gekk fyri søgn…her heima…tómar havnir og tómar hendur…hóttafall á øllum…og tarablaðið í eygsjón…alt meðan norðmenn gjørdu sær til góðar og tjentu teir pengarnar, sum føroyingar mistu av illa umhugsaða stongslinum hjá landsstýrinum…hesum glappakastinum…

…og sí…tá sjeynda innsiglið var latið upp, í sama viðfangi steig ein borgarstjóri fram á skíggjan fyri fólkið…undir grønum keppi og við ongum ballstubba í munnvikanum…tað var nógv fyri, legði hann tungan við, at samvitska, sum havnarfólk lántu úr útlendskum miðlum, skuldi kosta Skálafjørðinum inntøkur og arbeiðspláss…nú mátti landsstýrið… ongantíð ov skjótt… forstanda, at EINKI var tað einasta, sum munti…alt annað var sum at kitla nasarnar á Putin við flugufreti og gera føroyingar til láturs…úti í verðini…sum hentar býttlingar hjá donskum sosialdemokratum…

…og nú varð tøgn í miðlunum…kvirt í tí politiska tilvitinum… og tað fer tað helst at vera í okkurt um nakrar  hálvar tímar afturat…ella hetta til støða skal takast til fiskiveiðiavtaluna við Russland einaferð í heyst…

…men hvør veit…tá hevur búkdansarin á fólkatingið kanska fingið bilbukt við sínum politiska nalva…og saman við hinum, sum vegna sítt óryggiliga álit á samvitskuna missa atkvøður í løtuni …komin til ta turrsamvitskuligu niðurstøðu… at best er at gera EINKI… ella minni…

…so eftir øllum líkindum verður fiskiveiðiavtalan við Russland longd eitt ár afturat…

…men so er tað hitt…ilt er at vita hvørja vend kríggið í Ukraina kann fáa komandi mánaðirnar…kremlingar…eitt nú Medvedev…hótta javnan við at taka til kjarnorkuvápn móti Ukraina… tað gera teir nú valla snikkaleysir politiskt mótvegis teimum fáu „vinum“ teir enn eiga eftir…

…hinvegin…og fordømi tíverri fyri tí…eitt nú í Sýrlandi…er tað ikki óhugsandi, at kremlingar í eini kroystari støðu týða til eiturvápn…og um tað hendir… tá kann ein óuppsøgd fiskiveiðiavtala roynast føroyskum útflutningi og í somu ferðini øllum samfelagnum dýrgoldnari enn at missa nøkur arbeiðspláss við Skálafjørðin…

…spyrst so livst…

Carl Jóhan Jensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo