Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Løgtingið hevur í dag (einmælt) samtykt broytingaruppskotið um at leingja og hækka játtanina til at dagføra verandi vardar bústaðir. Lógin varð upprunaliga samtykt í 2020, og er endamálið, enn sum áður, at bøta um umstøðurnar á verandi bústovnum.

Síðani lógin varð samtykt er væl fingið burtur úr, serliga havandi í huga, at prísirnir eru munandi hækkaðir, eftir at lógin varð samtykt. Til samans eru 9 nýggj búpláss útvegað, samstundis sum fleiri av verandi bústovnum eru dagførdir í mun til brunakrøv, atkomu, ljóð, ljós, ventilatión o.a.

Tað er framhaldandi tørvur á at dagføra nakrar av verandi bústovnum. Tað snýr seg serliga um at betra um brunatrygdina, atkomuviðurskiftini, trygd, orku, inniklima o.a. Harumframt er ætlanin at brúka játtanina til aðrar fyriskipanir heimilaðar í lógini um almannatrygd og tænastur, eitt nú til hjálp í sambandi við harðskap.

Løgtingslógin er nú longd fram til 31. desember 2027 og fíggjarkarmurin hækkaður við 8,5 mió. kr. til tess at halda fram við at dagføra verandi bústovnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo