Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum

Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan viðgjørt ansingarsamsýningina av eldri og óhjálpnum persónum saman við kommununum?

2. Um so er, eru partarnir so komnir til eina semju um samsýningina?

3. Um landsstýriskvinnan ikki hevur viðgjørt málið saman við kommunum, nær er so ætlanin at fáa tað gjørt?

Viðmerkingar:
Hin 23. juni 2023 fekk landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen undir heitinum «Hækking av ansingarsamsýning», har tingmaðurin m.a. ynskti at fáa at vita, hví ansingarsamsýningin ikki varð hækkað soleiðis, sum ætlað var frá 1. januar 2023.

Í svari sínum segði landsstýriskvinnan m.a. soleiðis: «Í samgonguskjalinum er ásett, at landsstýrið skal viðgera tilmælini frá eftirmetingini av eldraøkinum saman við kommununum, og tað, sum semja er um, verður sett í verk. Hetta arbeiðið ætlar landsstýriskvinnan í almanna-og mentamálum í næstum at viðgera saman við kommununum. Harundir eisini at umrøða kunngerðina um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum. Ein nýggj ansingarsamsýning skal gerast í samráð við kommunurnar, og tí ber ikki til nú at siga, hvussu nógv ansingarsamsýningin hækkar.”

Nú skriva vit 8. november 2023, og tað hevði verið gott at fingið at vita, um landsstýriskvinnan veit nakað nærri um hetta.

Á Løgtingi, 8. november 2023
Bárður á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo