Tórshavnar kommuna: Annika Olsen, borgarstjóri, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, hava skrivað undir samstarvsavtalu um síðsta byggistig í stóru verkætlanini at fáa Tórsvøll at lúka øll krøv til altjóða stadion.
Samstarvsavtalan varð samtykt í býráðnum í farnu viku og fevnir um gera liðugt stadion og torgið frammanfyri høvuðssætið hjá FSF og Niðara vøll, og sum samstundis er høvuðsportalur til Gundadal frá miðbýnum.
Torgið fevnir um røð av funktionalitetum, sum hava við altjóða dystarstøðu at gera, og sum harumframt eisini er eitt nýtt og fjølbroytt býarumhvørvi við spæliplássið, uppihaldstrappu, parkeringsplássi v.m.
Sambært samstarvsavtaluni er samlaði verkætlanarkostnaðurin kr. 30 mió, har kommunan rindar 65% og FSF 35%. Í íløguætlanini fyri 2021 eru kr. 5 mió játtaðar til verkætlanina, og á býráðsfundinum varð samtykt at játta kr. 7,25 mió í 2022 og kr. 7,25 mió í 2023.
Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya at fáa Tórsvøll altjóða góðkendan fór av álvara í gongd í 2011, tá ljósmastrarnar vórðu settar upp. Árið eftir varð grasvøllurin skiftur við graslíkisvøll. Árini 2013-2015 varð eystur- og suðursíðan bygd. Í 2018 varð táverandi bygningur og áskoðarapláss tikin niður, og til várs 2021 stendur nýggja vestursíðan liðug.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo