Eftir tvey spennandi og gevandi ár, er samstarvið millum Lene Terp og Fótbóltssambandið komið at enda.
Lene Bjerning Terp hevur síðan ársbyrjan 2021 verið í starvi sum landsliðsvenjari hjá kvinnum og mennari í FSF. Hesi bæði árini hevur Lene havt bústað og gerandisdag í Føroyum, men nú hevur hon gjørt av at flyta aftur til Danmarkar, og í tí sambandi endar samstarvið millum hana og FSF.
– Vit eru sera glað fyri tað arbeiðið, sum Lene hevur gjørt fyri føroyskan fótbólt og serliga kvinnusíðuna hesi bæði árini, og vit ynskja henni alt tað besta, nú hon fer aftur til Danmarkar at búgva, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari við heimasíðuna hjá FSF.
Hann leggur afturat, at umsitingin í Fótbóltssambandinum nú fer undir at leita eftir nýggjum høvuðsvenjara til kvinnulandsliðið, og at hildið verður fast í ætlanini um at hava fulltíðarsettan landsliðsvenjara.
Skráin hjá kvinnulandsliðnum er í vár merkt av venjingum og vinardystum, og í heyst verður so farið undir at spæla Nations League á fyrsta sinni á kvinnusíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo