Skúlablaðið: Hetta samstarv ber samstundis í sær, at 10. floks næmingarnir í Vágum eru altíð samlaðir tríggjar dagar í Sørvági og tveir dagar á Giljanesi.
Haraftrat flytur framhaldsdeildin í Sørvági í ta umbygdu og nýumvældu niðaru lon í skúlanum. Tað vil siga, at teir stóru næmingarnir í Sørvági fáa sína egnu lon.
Nýggi borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen, er fegin um at kunngera, at niðara lon í Sørvágs skúla er liðug at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina í august. Skúlan kennir hon líka væl sum sítt egna heim, tí hon var sjálv lærari við einstøkum sliti frá 1986 til í ár, 2017, nú hon varð borgarstjóri.
Smápartafelagið Støðla á Argjum ger arbeiðið at umbyggja niðaru lon í skúlanum, og reisigildið var herfyri. Í kommunalum høpi var hetta eitt tiltak fyri kommunustýrislimir og arbeiðsfólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo