Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskaaling: Herfyri var Søgni Mogstad-Strand úr Noregi  skiftislesandi í Føroyum. Hetta er úrslit av samstarvsavtaluni millum NMBU (Norges miljø- og biovitenskapelige universitet) og Fiskaaling, sum partarnir undirskrivaðu í 2019.

Søgni Mogstad-Strand, sum lesur ‘husdyrvitenskap’ á triðja ári, hevur verið 3 vikur í Føroyum, har hon hevur vitjað og luttikið í ymiskum virksemi, sum hevur við aling at gera.

Fyrstu vikuna var hon á biotøknideildini hjá Fiskaaling. Har arbeiddi hon serliga við Digiheart verkætlanini, har hon var við til at taka sýnir av fiski og til at analysera tilfarið. Við hesum fekk Søgni Mogstad-Strand royndir at arbeiða sum veruligur granskari, bæði úti í náttúruni og inni á starvsstovuni.

Aðru vikuna var Søgni Mogstad-Strand hjá Bakkafrost, har hon var á smoltstøðini í Kallsoynni. Hon var eisini við til at savna rognkelsi úr aliringum fyri at kanna, um tey høvdu etið lús og fyri at skráseta litin á livrini. Søgni var eisini á Havsbrún, har hon lærdi um framleiðsluna úr enda í annan. Í Svínoy slapp hon at síggja, hvussu rognkelsisaling fer fram í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo