MEST: Sunnukvøldið vóru boð eftir sleipibátinum Samson hjá MEST um at koma nýggja íslendska pelagiska trolaranum Hakon ÞH 250 til hjálpar uml 20 fjórðingar sunnan fyri Suðuroynna. Skipið hevði trupulleikar og fingið maskinbrek
Tá komið varð til skipið hevði manningin fingið startað so mikið uppaftur, at skipið, við sokallaðu PTI skipanini kundi sigla sjálvt, tó við avmarkaðari kraft og ferð.
Samson fylgdi skipinum á Havnina har skipið fekk hjálp til at leggja at bryggju og fólk frá MEST eru nú umborð og umvæla brekið.
Skipið heldur væntandi áfram til Íslands um vikuskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo