Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um oljuleiting í føroyskum øki settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivligt eftir TS § 53, stk. 3) Løgtingsmál SS-003/2022.

Spurningar:
1. Fer samgongan í framtíðini at loyva oljuleiting í føroyskum øki?

2. Um ja, hevur samgongan so ætlanir um at gera nakað aktivt fyri at fáa oljufeløg at koma hendanvegin fyri at leita eftir olju í føroyskum øki?

Sum spyrjarin vísir á, hevur kríggið millum Russland og Ukraina ført til ovurhonds høgar oljuprísir og orkukreppu í vesturheiminum. At orkufeløg samstundis hava brúkt støðuna til at leggja størri vinning omaná tann longu høga prísin, hevur ikki gjørt støðuna betri. Í hesum sambandi skal eisini havast í huga, at nútíðar búskaparfrøði tykist vera komin eftir, at prísurin á orku í nógv størri mun enn almenni prísvøksturin er orsøk til inflatión. Lond í Vesturevropa hava tí verið noydd at gera átøk, sum bæði kunnu mótvirka prísvøkstrinum og tryggja orkuveitingar, sum koma í staðin fyri serliga russiskt jarðgass. Umráðingartíðin var stutt og tí hevur verið neyðugt at skrúva upp á allar knøttar í samlaða orkuklaviaturinum, t.d. kol, gass og olju, men sanniliga eisini miðvísar ætlanir um meira varandi orku. Stórar útbyggingar av vindorku við eitt nú havmyllulundum eru á veg í Evropa, og risastórir almennir studningsmøguleikar til grøna umlegging eru samtyktir í USA – og ES boðar frá somu politisku tiltøkum til tess at verja seg móti kappingini úr USA.

Neyðugt er tó eisini at gera sær greitt, at skeiklaða marknaðarstøðan, sum kríggið hevur leitt til, ikki vikar ta sannroynd, at allur heimurin hevur ta størstu avbjóðingina og ábyrgdina fyri framtíðina og framtíðar ættarlið við at lækka um útlátið av veðurlagsgassum og leggja um til grøna orku. Í tí longra tíðarhvarvinum er hetta størri avbjóðing enn tann tillaging, sum serliga londini í Vesturevropa mugu fremja fyri at kompensera fyri vantandi russisku veitingunum av jarðgassi.

Tí er tað ikki bara skilagott, soleiðis sum spyrjarin eisini viðmerkir, men eisini tvingandi neyðugt at leggja um til varandi orkukeldur. Føroyar skulu hava hetta sum sítt fremsta mál, og vit hava allar møguleikar at gera hetta við okkara varandi orkukeldum í náttúrini.

Men sonevnda grøna orkuskiftið er hvørki lætt ella einfalt. Tað er sera avbjóðandi fyri allan heimin at fara frá einum kendum og kompaktum orkuslagi sum koli, olju og gassi – sum vit hava bygt eitt undirstøðukervi til, soleiðis at vit kunnu gagnnýta orkuna, tá ið tað hóvar okkum – og til onnur sløg av orku, sum sól, vind og vatn, har nýtslan er nógv tættari knýtt at tíð og stað.

Tíbetur verður nógv granskað og kannað fyri at finna skipanir, sum lofta óstøðugu orkuni, soleiðis at nýtslan verður loyst frá framleiðsluni. Eisini hjá okkum í Føroyum verða slíkar skipanir royndar, bæði fyri at lofta vindorkuni og fyri at stabilisera vindmegina, sum verður latin inn á elkervið. Í næstum ætlar SEV at fara undir nógv umrøddu pumpuskipanina í Vestmanna, sum er eitt slag av battarískipan, har vindorka verður konverterað til vatngoymslu fyri síðani at verða gagnnýtt seinni.

Royndirnar við sjóvarfalsorku verða støðugt útbygdar, eins og royndir við øðrum varandi orkukeldum. Hildið verður eisini fram við vindútboðum eftir teirri ætlan, sum hevur verið hildin seinastu árini. Málið er, at øll elnýtsla á landi í 2030 skal koma frá varandi orkukeldum.

Landsstýrið og samgongan hava sum eitt av sínum fremstu málum at fremja grøna orkuskiftið og burðardygd í samfelagnum. Tí er m.a. Umhvørvismálaráðið sett á stovn, sum miðvíst skal leggja orku- og umhvørvispolitikkin til rættis.

Tá ið tað kemur til leiting eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so hevur áhugin fyri at fara undir leiting verið rættiliga avmarkaður í nøkur ár. Seinastu tvey útbjóðingarumførini hava ikki ført til, at loyvi eru latin. Seinastu tvey árini hevur Jarðfeingi tó merkt vaksandi áhuga frá feløgum, sum eru virkin í leitingini eftir olju og gassi á bretska landgrunninum. Ein sonevnd open-door skipan hevur verið galdandi seinastu mongu árini.

Stórar oljukeldur og mesta leitivirksemið á bretskum øki eru á gáttini til føroyska landgrunnin, á Atlantsmótinum, og tí verður mett, at sannlíkindi kunnu vera fyri, at kolvetni verða funnin í eini keldu, sum røkkur tvørtur um markið millum bæði londini. Tað er eisini í hesum økinum, at orkufeløg nú eru við at fyrireika seg til at byggja út fleiri stórar olju- og gasskeldur. Tað eru oljufeløg, sum eru virkin í leitingini hinumegin markið, sum javnan eru í sambandi við Jarðfeingi um jarðfrøðiligar dátur.

Samskiftið við útlendsk oljufeløg, sum vísa føroysku undirgrundini áhuga, hevur verið vaksandi seinasta árið. Høgi olju- og gassprísurin er uttan iva ein orsøk, men fyri gass ger tað seg eisini galdandi, at undirstøðukervið, t.e. gassleiðingar, vestan fyri Hetland alsamt nærkast føroyskum øki, og tískil kunnu eisini smærri gasskeldur sum frálíður gerast fíggjarliga lønandi.

Hóast misjavna áhugan fyri føroyska landgrunninum hevur Jarðfeingi hildið á við at marknaðarføra Føroyar sum oljuland. Støðugt hevur verið arbeitt við at greina alt tað tilfarið, ið oljufeløg, sum áður hava leitað í føroyskum øki, hava savnað, m.a. royndarboringar og seismikk. Við nýggjari tøkni og savnaðu vitanini frá ymsu oljufeløgunum, eru jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi í dag munandi betur førir fyri at meta um bygnaðin í føroysku undirgrundini.

Nøkur lond, oftast lond við avmarkaðum møguleika at finna olju, hava boðað frá, at tey steðga við at leita eftir olju og gassi. Onnur hava boðað frá, at tey gevast ávíst ár. Til dømis hevur Danmark boðað frá, at øll framleiðsla av olju og gassi í Norðsjónum steðgar í 2050. Hildið verður tó, at donsku olju- og gassgoymslurnar eru tømdar til ta tíð.

Landsstýrið hevur sum er ongar ætlanir um at koma við nýggjari fráboðan, men heldur seg til hesi mál:

1) Landsstýrið hevur sum sítt fremsta mál at fremja grøna orkuskiftið í Føroyum og at taka okkara altjóða ábyrgd at røkka altjóða veðurlagsmálunum

2) Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at fremja eitt útbjóðingarumfar, men verandi open-door skipan heldur fram

3) Jarðfeingi fer framhaldandi at hava eitt virkið samskifti við oljufeløg, sum hava áhuga fyri føroyska landgrunninum, og møguliga kunnu hugsast at lata inn umsókn eftir open-door skipanini.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 15. februar 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo