Vinnuhúsið: Tað er felagið Samskifti, sum hevur bjóðað teimum báðum á Gentuvesinum at viðgera føroysk lýsingarátøk til ung.
Tað eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard, sum hava væl umtóktu ungdómssendingina Gentuvesið.
Í sendingini skipa tær panel við gestum, har alskyns spurningar frá lurtarum verða viðgjørdir.
Samskifti á Gentuvesinum verður skipað á sama hátt. Útvarpsvertirnir koma at siga sína hugsan um lýsingarátøkini, sum føroysku samskiftisfyritøkurnar hava gjørt, har ung eru málbólkurin.
Heimleiðistiltakið verður fríggjadagin 28. januar kl. 15 í Vinnuhúsinum. Tiltakið er fyri limir í Samskifti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo