Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. At hitta onnur í somu støðu, kann lætta um tunga, torføra og stundum einsliga stríðið at fóta sær aftur. Tí skipar Krabbameinsfelagið fyri samrøðubólki fyri tey, sum hava mist maka sín, orsakað av krabbameini.

Endamálið við at savna fólk, sum øll hava mist maka sín, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur og hevur. Og í gjøgnum samtalurnar við onnur í somu støðu, fáa styrki til at koma eitt fet víðari í lívinum. Samtalurnar eru sjálvandi í trúnaði.

Til at skipa fyri og leiða bólkarnar, eru sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, sum hava terapeutiska eftirútbúgving og hava drúgvar royndir við at arbeiða við fólki, sum eru í sorg og kreppu.

Bólkurin kemur saman fyrstu ferð um hálvan september 2021 – møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin kemur saman 14 hvønn dag, 6/7 ferðir í alt.

Hevur hetta tín áhuga kanst tú ringja og fáa nærri at vita, á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo