Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í einum fólkaræði við einum frælsum arbeiðsmarknaði er tað ein sjálvfylgja, at eitthvørt fakfelag samráðist við arbeiðsgevararnar um skyldur og rættindi hjá sínum limum.

Tað løgna við hjálparfólkunum er, at Pedagogfelagið hevur tikið sær rættindi at umboða hesi í øllum lønarsamráðingum. Hetta hevur gingið illa. Hóast fyrigyklan um bæði eitt og annað stendur fast, at lønarmunurin millum hjálparfólk og pedagogar bara økist.

Hetta hendir, samstundis um hjálparfólkini gera tveirtriðingar av øllum pedagogiska arbeiðnum á bæði bústovna– og dagstovnaøkinum. Her hevur tó aldri verið talan um somu løn fyri sama arbeiði. Langtífrá tí.

Eg skilji ikki, hví námsfrøðingar ikki seta ynski fram, ella krevja, at kunna samráðast um ein ordiliga góðan sáttmála, bara fyri námsfrøðingar?

Eg skrivi hetta bara, tí tað er tað, sum vit hoyrdu alla tíðina, áðrenn Hjálparfólkafelagið var sett á stovn. Tað var í veruleikanum orsøkin til, at Hjff var stovnað.

Vit fingu at vita í tíð og ótíð, at vit høvdu einki at gera í Pedagogfelagnum. Serliga á tiltikna aðalfundinum í des 2017 á Hotel Føroyum, varð hetta tútað inn í oyruni á okkum, so tað rungaði eftir í!

Men einki sýnist at vera nóg gott, sum vit gera, tí tá vit so gjørdu, sum pedagogarnir ynsktu, ja so var tað heldur ikkigott.

Pedagogar hava ikki brúk fyri hjálparfólkunum í Pedagogfelagnum, burtursæð frá limagjaldinum.

Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí tá vitstovnaðu Hjálparfólkafelagið, tá tók Pedagogfelagið seg umreiggj og fór í gongd við at seta hjálparfólkaráð og hvat veiteg á stovn, alt gjørt fyri at tekkjast hjálparfólkunum.

Vit vita øll, at hetta var ikki serliga aktuelt áðrenn!

Sum nú er, so er tað pedagogar, sum samráðast umtreytir og løn hjá hjálparfólkum. Og tað er tað, eg ynski at fáa eitt skilagott tjak um.

Hví halda vit, at tað er í ordan, at pedagogar samráðast fyri okkum? Og um tað er í ordan, skulu vit hjálparfólk so eisini samráðast um lønina hjá pedagogunum? Er tað ikki meiraenn rímiligt? Vit hjálparfólk eru 2/3 av arbeiðsmegini á sáttmálaøkinum?

Hevur hetta nakað við tað at gera, at summi halda at vit ikki duga at samráðast, tí vit ikki hava námsfrøðiútbúgving?

Tað kann ikki passa, tí ein stórur partur av okkum havaútbúgving, ikki eina námsfrøðiútbúgving, men tó, vit havafólk við skrivstovuútbúgvingum, guðfrøðingar, skiparar, maskinistar, lærarar, læknaskrivarar, bátasmiðir, bakarar, tannatstøðingar, frisørar o.s.fr. Og so eru vit eisini mammur, pápar, ommur og abbar.

Vit mugu koma burtur frá, at ”hjálparfólk”, ikki eru útbúgvin, tí tað er sera niðursetandi.

Lat námsfrøðingarnar fáa frið at samráðast um sín egna sáttmála, so tey kunnu fáa tað, tey hava uppiborið.

Men tey eiga at gera tað, uttan at at taka atlit til hjálparfólkini! Vit skulu nokk klára okkum sjálvi í eini sáttmálasamráðing, sum fer at gagna øllum hjálparfólkum!

Laila, hjálparfólk við pedagogiskari ábyrgd, álitisfólk, mamma, tannatstøðingur, skrivari, fyrrverandi læknaskrivari og útvarpsvertur og sjálvstøðug vinnurekandi.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo